Innanlands

Arbeiðsóhapp í Fuglafirði

Ein trukkur koppaði á Vónini seinnapartin í gjár, men førarin fekk ikki nakran lívshættisligan skaða, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-08 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár var eitt arbeiðsóhapp á Vónini í Fuglafirði, har ein trukkur koppaði, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sjúkrabilur og løgregla fóru á staðið, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið var eisini boðsent.

Førarin slapp úr trukkinum og varð koyrdur á sjúkrahúsið.

Førarin fekk, sum skilst, onkrar skaðar, men talan var ikki um nakað lívshættisligt, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder