Uttanlands

Iran framt nýggj álop í Barein og Kuvait

Iran sigur seg hava lopið á mál, sum hava tilknýti til amerikanska herin

Íbúðarbygningur í Barein, sum varð raktur av iranskari dronu 28. juni (Mynd: Bahrain Police Media/Reuters/Ritzau Scanpix

Íbúðarbygningur í Barein, sum varð raktur av iranskari dronu 28. juni (Mynd: Bahrain Police Media/Reuters/Ritzau Scanpix

2026-07-08 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranska kollveltingarverjan sigur seg hava lopið á 85 mál, sum hava tilknýti til amerikanska herin í Barein og Kuvait.

Hetta er "svar uppá amerikonsku brotini á vápnhvíldina", verður sagt.

Álopini vórðu framd við dronum og rakettum. Sambært Ritzau eru ongar upplýsingar um skaðar.

Í gjárkvøldið og í nátt leyp USA á yvir 80 iransk mál, og lovaði Iran "eitt knúsandi aftursvar".

Les eisini: USA rakt yvir 80 iransk mál

Iranska uttanríkismálaráðið fordømir álopini hjá USA, sum sambært Iran er eitt greitt brot á avtaluna um vápanhvíld millum londini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder