Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur enn einaferð boðað frá, at hann heldur, at Grønland eigur at vera undir amerikonskum ræði.
Tað var á fundi við Recep Tayyip Erdogan, forseta í Turkalandi, sum er vertur fyri Nato-toppfundi í hesum døgum.
Trump sigur, sambært Ritzau, at Danmark ikki hevur gjørt nóg nógvar íløgur í Grønland.
– Danmark brúkar ikki nóg nógvar pengar uppá veruliga at hjálpa Grønlandi, men tað er umráðandi fyri USA, sigur amerikanski forsetin, sum endurtekur uppáhaldið um, at Grønland er kringsett av kinesiskum og russiskum skipum.
Trump sigur, at Danmark er ikki sinnað at gera Grønland meira amerikanskt, og kundi USA tikið øll síni herfólk úr Evropa.
– Við øllum teimum pengunum, vit brúka til at hjálpa teimum við Russlandi... Vit nýtast ikki at brúka nakrar pengar... Vit kunnu taka øll okkara herfólk úr Evropa, sigur hann.
Amerikanski forsetin leggur afturat, at Evropa er ikki tað sama, sum tað var fyri 20 árum síðani, og eiga evropearar at vera varnir við tilflyting og orku.
– Geva tey ikki hesum báðum tingunum ans, verður einki Evropa longur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald