Í sambandi við Nato-toppfundin, sum er í Ankara í hesum døgum, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland, og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen endurtekur, at Grønland er ikki til sølu.
– Sjálvandi er Grønland ikki til sølu. Tað hava vit gjørt greitt frá byrjan, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau.
Les eisini: Trump endurtekur krav um Grønland
– Tað fer ikki at henda. Grønland hevur gjørt sera greitt, at tey ikki ynskja at gerast ein partur av USA. Og eg vænti, at øll virða okkara sjálvavgerðarrætt sum kongsríki.
Danski forsætisráðharrin leggur afturat, at danir og amerikanarar hava eitt gott samstarv um trygd í Arktis, og tað samstarvið vil mann fegin víðka.
– Men Grønland er ikki til sølu, endurtekur hon og vísir á, at Danmark stórtsæð hevur eftirlíkað kravinum frá Trump um, at Nato-lond skulu brúka fimm prosent av BTÚ til verju.
Tí eigur mann at savna seg um hóttanir uttanífrá og ikki innanhýsis stríð millum Nato-lond, sigur hon og nevnir eitt nú Russland og hóttanir um yvirgang.
Tá Mette Frederiksen varð beinleiðis spurd, um Danmark fór at verja Grønland hernaðarliga, uttan mun til, um tað er ein sameindur sum USA ella ein fíggindi, sum leypur á, svaraði hon:
– Sjálvandi fara vit at verja Kongsríkið Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald