2026-07-08 18:01
Danny & the Veetos verða at hoyra á Ljósfest, sum verður í Vági í døgunum 14. til 16. august.
Tað boðar Vágs kommuna frá í tíðindaskrivi.
– Seinasta framførsla teirra á G! Festivalinum í fjør fekk stórfingna móttøku, og nú er tað Ljósfestin í Vági, sum fær vitjan av teimum.
– Á Ljósfestini kunnu gestir gleða seg til eina framførslu við øllum teimum kendu hittunum, nýggjum løgum og tí serligu nærveruni, sum hevur gjørt Danny & The Veetos til ein av Føroya bestu live-bólkum.
Danny & the Veetos fara á pallin leygarkvøldið 15. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald