Innanlands

Afturkalla pylsu orsakað av metalpettum

Vandi er fyri, at metalpetti eru í høsnarungapylsa, sum er seld í føroyskum handlum

2026-07-08 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Hanegal A/S afturkallar eina sending av Hanegal Mini Høsnarungapylsum, sum eru seldar í føroyskum handlum.

Pylsurnar páast í pakkum á 160 gram, sum eru best fyri 8. august 2026 (EAN-strikukota 5709760085047)

Orsøkin er, at vandi er fyri, at metalpettir eru í pylsunum.

Metalpetti í pylsunum kunnu vera heilsuskaðiligir, teir kunnu elva til skaða á tenn, í munni, hálsi, og í sodningarleiðini, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella vera beindar burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder