2026-07-09 07:54
Seinnapartin í gjár varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Hoyvík, har Skraddaragøta og Hvítanesvegurin møtast.
Talan var um ein persónbil við viðfestisvogni, sum rendi á ein ungan drong.
Sjúkrabilur og løgregla varð send á staðið, og drongurin fór á sjúkrahúsið.
Sum skilst fekk drongurin ikki álvarsligan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald