– Tíverri noyðast vit enn einaferð at endurtaka tað: Grønland er ikki til sølu.
Soleiðis sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen sambært Sermitsiaq, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump í sambandi við Nato-toppfundin í Ankara seinastu dagarnar endurtók ynskið um at yvirtaka Grønland.
Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at grønlendski sjálvavgerðarrætturin og altjóða lóg skal virðast og leggur afturat:
– Framtíðin hjá Grønlandi verður avgjørd av okkum í Grønlandi og ikki av øðrum. At endurtaka ynskið um yvirtøku ella eftirlit av okkara landi broytir ikki hetta.
Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Múte B. Egede hevur eisini viðmerkt fráboðanina hjá Trump í dagføring á Facebook.
– Tað vísir, at ynskið um at taka ræðið á okkara landi framvegis fyllir nógv í USA, og at trýstið framvegis er veruligt. Tí skulu vit taka støðuna í álvara.
Grønlendski landsstýrismaðurin leggur afturat, at grønlendingar skulu standa saman og halda fram at samstarva við sameind og samstarvsfelagar, samstundis sum teir skulu krevja, at ein loysn verður funnin gjøgnum samrøðu og virðing.
– Framtíð okkara verður avgjørt av okkum í Grønlandi. Soleiðis hevur tað altíð verið. Og soleiðis fer tað altíð at vera.
Les eisini: – Grønland framvegis ikki til sølu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald