Mentan

Bonnie Tyler deyð

Songkvinnan, sum er kend fyri løg sum "Total Eclipse of the Heart" og "Holding Out for a Hero" andaðist í gjárkvøldið, 75 ára gomul

Bonnie Tyler umboðaði Stórabretland í Eurovision Song Contest í 2013 (Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)

Bonnie Tyler umboðaði Stórabretland í Eurovision Song Contest í 2013 (Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-09 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Valisiska songkvinnan Bonnie Tyler er deyð.

Hon andaðist á sjúkrahúsi í Portugal í gjárkvøldið, 75 ára gomul.

– Familjan og toymið hjá Bonnie harmast um at boða frá, at Bonnie óvæntað andaðist í gjárkvøldið á sjúkrahúsinum í Portugal orsakað av sjúkuni, hon fekk viðgerð fyri, stendur í fráboðan á heimasíðu hennara sambært BBC.

Í mai varð Bonnie Tyler brádliga innløgd á sjúkrahúsi í portugisiska býnum Faro við trupulleikum við tarmunum. Hon bleiv skurðviðgjørd, og varð hon síðani løgd í koma. Miðskeiðis í juni varð boðað frá, at hon var vaknað aftur úr koma, men at støðan framvegis var álvarsom.

Bonnie Tyler var kend fyri løg sum "Total Eclipse of the Heart", "Holding Out for a Hero", og "It's a Heartache".

Hon hevði eina langa yrkisleið og var framvegis aktiv, inntil hon bleiv innløgd. Í 2013 umboðaði hon eisini Stórabretland í Eurovision sangkappingini við lagnum "Believe in Me".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder