Innanlands

Bakkafrost partabrævið samanborið við MOWI og Salmar partabrøvini

Partabrævaíløgur í alifyritøkur hava ikki givið nøktandi avkast síðstu fimm árini og gongdin heldur sum heild fram í 2026

(Savnsmynd: Bakkafrost)

(Savnsmynd: Bakkafrost)

2026-07-09 18:02 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Vit mugu staðfesta at partabrævaíløgur í alifyritøkur ikki hava givið nøktandi avkast síðstu fimm árini og at gongdin í 2026 sum heild eisini verið skeiva vegin við fallandi partabrævakursum hjá alifyritøkum.

Í okkara partabrøvasamanseting, sum vit fylgja á Portalinum, valdu vit við ársbyrjan at gera íløgur í bæði Bakkafrost og Mowi. Hesi partabrøv eru fram til 8. juli fallin ávikavist:

-20,3 prosent og -24 prosent í 2026.

Skeiva gongdin í ali-partabrævini merkir so hinvegin, at hesi partabrøvini í dag eru blivin væl bíligari at keypa, enn tey vóru fyri nøkrum fáum árum síðani.

Vit gera her samanbering av trimum alifyritøkum, sum eru Bakkafrost, Mowi og Salmar.

Hesi partabrøvini eru øll skrásett á partabrævskálanum í Oslo og eru roknaði í norskum krónum (NOK).

[object Object]

Sum tabellin vísir omanfyri kunnu vit staðfesta, at PE virði hjá MOWI (10,05) og Bakkafrost (19,12), liggur undir 20, sum vanliga verður er eitt lyklatal, sum vísur at partabrævið er í tí bíligara endanum. PE hjá Salmar liggur heilt uppi á 30,39.

Inntjeningin pr. partabræv (EPS) er best hjá Bakkafrost við 21,65, síðani 18,48 hjá MOWi og síðani 15,16 hjá Salmar.

Stutt meting um faktorar sum hava stóran týdning hjá alifeløgunum:

Alifyritøkurnar eru partur av eini rímuliga samansettar og kompleksari framleiðsluvinnu. Prísseting av partabrøvum á keypsskálanum í Oslo verða ásett út frá hvørjar væntanir og álit marknaðurin hevur til hvørt einstakt alifelag og alivinnuna sum heild.

Vit kunnu nevna nakrar høvuðs faktorarnar, sum ávirkað hvussu alifeløgini klára seg fíggjarliga og harvið hvat marknaðurin metir um teirra útlit:

Laksaprísurin

Laksaprísurin er saman við framleiðslkostnaðinum tann mest tíðandi virðis skaparin, av tí at ein hækking ella lækking í altjóða laksaprísinum, ávirkar beinleiðis lønsemi og úrslitið hjá alivfeløgunum.

Niðanfyri vísa vit miðal laksaprísi gongdina síðstu 6 ½ árini, frá 2020 til juli 2026. Tølini eru frá Fish-Pool í Norra.

[object Object]

Síðstu metingarnar í Norra og frá Havbúnaðarfelagnum siga, at tað ikki verður mett at laksaprísurin hækkar í 2026 í mun til 2025. Havbúnaðarfelagið hevur í síni ársfrágreiðing frá mai 2026 tó vónir um ein betri laksaprís í 2027, grunda á lægri alheims útboði á laksi.

Framleiðslukostnaðurin

Tað hevur stóran týdning hvat tað kostar at framleiða 1 kg. av laksi.  Framleiðslukostnaðurin ávirkast av týdningarmiklum faktorum, sum t.d. eru:

• Biologisku gongdini í ali-framleiðsluni. Gongdin við vøkstri, sjúku, lús og deygiligheit annars ávirkar framleiðlukostnaðin. 

• Fóður faktorurin, sum staðfestur hvussu nógv/lítið fóður verður nýtt til at frameliða 1 kg. av laksi, sum saman við fóðurprísinum hevur stóra ávirkan á samlaða framleiðslukostnaðin.

• Effektivari framleiðsla á landi og sjógvi. Størri smolt við longri og tryggari framleiðslu á landi minkar um sjúkuváðan í framleiðslutíðini, serliga á sjógvi, og har framleiðslan á sjógvi eisini verður stytt munandi.

Politiskar ásetingar

Treytirnar við aliloyvum, skattir, tøkugjald osv. er ein politisk avgerð, sum hevur stóra ávirkan á gongd og framtíðar vánirnar hjá alivinnuni. Vit hava bæði í Norra og í Føroyum sæð hvussu øktir skattir á alivinnuna ávirkað munandi framleiðslukostnaðirnar, íløguhugin hjá alivinnuni og ikki minst partabrævagongdina.

Marknaðir og marknaðaratgongd

Hvussu atgongdin er hjá alifeløgunum til marknaðirnar úti í heimi hevur somuleiðis nógv at siga fyri inntøkumøguleikarnar hjá alifeløgunum. Vit vita t.d. at norsk alifeløg hava betri atgongd til kinesiska marknaðir v.m. enn føroysk alifeløg, meðan føroysk alifeløg t.d. í dag eru áløgd lægri avgjøld til marknaðin í USA. Generelt verður mett at føroysk alifeløg hava verri marknaðaratgongd til alheims marknaðir enn t.d. norsk alifeløg.

Gjaldoyraváði

Gjaldoyrakursir mótvegis donsku krónuni (DKK) hava somuleiðis stóra ávirkan, serliga á søluprísin.  T.d. verður ein stórur partur av søluni avroknaður í amerikaskum dollarum (USD), har USD mótvegis DKK er styrknað uml. 3 prosent síðsta árið. 

Hinvegin hevur norska krónan eisini eina ávirkan á kappingarføri hjá bæði norskum og føroyskum alifyritøkum.  Norska framleiðslan av laksi er somikið stór, at framleiðslan og sølan til útlendskar marknaðir avgerða í stóran mun altjóða laksaprísin. 

Tá norska krónan (NOK) styrknar mótvegis DKK, USD og EUR, sum støðan t.d. er í dag við umleið 6-7 prosent í ár, so merkir hetta at norskir alarar fáa minni fyri laksin í norskum krónum. Hetta merkir so at kappingarføri hjá norskum alarnum gerst tilsvarandi verri, meðan tað hjá t.d. føroysku alarum gerst tilsvarandi betur.  

Hvat greinarar siga um ali-partabrøvini
Tað eru fleiri greinarar, sum regluliga fylgja Bakkafrost, MOWI og Salmar, og sum regluliga gerða eina uppfylging av teirra meting av hesum partabrøvum til partabrævamarknaðin.  

Vit skulu niðanfyri stutt greiða frá, hvat greinarar pr. 8. juli 2026 á íleggingarportalinum: www.investing.com siga um hesi ali-partabrøvini:

Bakkafrost partabrævið:

• 4 greinarar mæla til at keypa Bakkafrost partabrævið.
• 4 greinarar mæla til at varðveita (Hold) partabrævið.
• 1 greinari mælir til at selja partabrævið

[object Object]

MOWI partabrævið:

• 9 greinarar mæla til at keypa MOWI partabrævið.
• 2 greinarar mæla til at varðveita (Hold) partabrævið.
• Ongin greinari mælir til at selja partabrævið.

[object Object]

Salmar partabrævið:

• 4 greinarar mæla til at keypa Salmar partabrævið.
• 6 greinarar mæla til at varðveita (Hold) partabrævið.
• 1 greinari mælir til at selja partabrævið.

[object Object]

Aðrar metingar:

Niðanfyri hava vit gjørt eina stutta uppsumering, hvat vit meta eru styrkir og veikleikar hjá hesum 3 alifyritøkunum í dag:

[object Object]

Niðurstøða:

Í okkara okkara partabrøvasamanseting, hava vit valt at varðveita partabrøvini í Bakkafrost og MOWI. Hetta er serliga grundgivið við, at hóast kursfall higartil hava verið í 2026, trúgva vit uppá longri uppá hesi partabrøvini og eina væntandi kurshækking innanfyri 12-24 mánaðir.


Aðrar greinar um íløgur í partabrøv

Partabrævaíløgan fyrra hálvár ein vøkstur uppá hálvtannað prosent
Samansetingin vøkstur upp á 4,3 prosent í ár
Partabrævasamansetingin gav eitt avkast upp á 5,44 prosent í januar
Uppskot til partabrævakeyp til 2026
Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv


--

Ábyrgdarfráskriving

Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vísa á í hesum og komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskifti ikki verður nøktandi.

--

[object Object]
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder