Tríggir bilførarar blivu helst nakað reyðir um oyruni tá teir í gjár vórðu steðgaðir av løgregluni.
Tveir av teimum vóru steðgaðir á landsvegnum á Stykkinum, har tað er niðursett ferð til 60 km/t. Teir koyrdu ávikavist 81 km/t og 95 km/t. Hetta hevur við sær treytaða frádøming og teir skulu upp aftur í koyriroynd.
Eisini var ein sum koyrdi 109 km/t niðan móti Sandavágshálsi. Hetta gevur klipp umframt bót.
Ein útlendingur var dekan ov djarvur á uppdyrkingarvegnum vestanfyri Skopun. Hann var farin nakað ytst og koppaði. Ein maður var í bilinum, men eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald