Tá løgreglan í gjár var úti og kannaði ferðsluna, vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í Kollafirði fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 72 og 78 kilometrar um tíman, meðan ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra 81 kilometrar um tíman.
Fjórði bilførarin varð tikin í Søldarfirði. Hann koyrdi 71 kilometrar um tíman, og tað fær hann eitt klipp fyri.
Eisini varð ein bilur steðgaður í Vágum í nátt, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald