Ísrael hevur, sambært amerikonskum miðlum deilt upplýsingar við USA um, at Iran skal hava ætlanir um at royna at drepa amerikanska forsetan, Donald Trump.
Roynir Iran at beina fyri amerikanska forsetanum, verður Iran rakt av stórum rakettálopi, sigur Trump.
– 1000 rakettir eru klárar og vendar móti Islamiska Lýðveldinum Iran, og túsundatals fleiri koma aftaná, um iranska stjórnin ger álvara av sínum hóttanum, skrivar hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Trump skrivar eisini, at USA er til reiðar at leggja alt Iran í oyði.
– Boðini eru longu givin, og ameirkanski herurin er til reiðar, sinnaður og førur fyri í eitt tíðarskeið upp til eitt ár - við møguleika fyri, at tað verður longt - at oyðileggja øll øki í Iran, skrivar hann.
Kríggjið millum USA og Iran byrjaði 28. februar, tá USA og Ísrael framdu álop á Iran við tí grundgeving, at mann ynskti at forða Iran í at menna kjarnorkuvápn.
Miðskeiðis í juni skrivaðu USA og Iran undir eina rammuavtalu, sum skuldi slóða fyri varandi friði, men síðan hetta hava bæði Iran og USA boðað frá brotum á vápnahvíldina.
Hesa vikuna hevur USA m.a. lopið á fleiri iransk mál sum aftursvar til iransk álop á skipaferðsluna í Hormuzsundinum. Iran hevur síðani lopið á fleiri amerikanskar herstøðir í Miðeystri.
Amerikanski forsetin segði í vikuni, sambært Ritzau, at hann ikki longur helt avtaluna frá juni vera galdandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald