Uttanlands

Venesuela: Túsundatals fólk framvegis saknað

Talið á deyðum er nú farið uppum 4.000, eftir at tveir jarðskjálvtar raktu suðuramerikanska landið 24. juni

La Guaira, Venesuela (Mynd: Pablo Sanhueza/Reuters/Ritzau Scanpix)

La Guaira, Venesuela (Mynd: Pablo Sanhueza/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-11 14:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Túsundatals fólk eru framvegis saknað, eftir at tveir ógvusligir jarðskjálvtar raktu suðuramerikanska landið Venesuela 24. juni.

Talið á deyðum er nú komið upp á 4.118, og talið á særdum er 16.740.

Jarðskjálvtarnir høvdu eina styrki, sum varð máld til á ávikavist 7,2 og 7,5 á Richter-stiganum og vóru teir ógvusligastu, sum høvdu rakt landið síðan 1900.

17.907 fólk eru blivin heimsleys orsakað av jarðskjálvtunum, og Venesuela hevur latið upp yvir 80 fyribils uppihaldsstøð, sum eru ætlað fólkum, sum hava mist heim sítt.

ST hevur áður mett, at jarðskjálvtarnir hava elvt til skaðar fyri 6,7 milliardir dollarar, sum svara til 43,8 milliardir krónur. Upphæddin svarar til seks prosent av BTÚ hjá Venesuela.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder