Uttanlands

Iranski leiðarin lovar hevnd

Mojtaba Khamenei lovar at hevna pápa sín, Ali Khamenei, sum lat lív 28. februar

Syrgjandi iranar í Mashhad, har Ali Khamenei varð jarðaður fríggjadagin, síggjast her saman við mynd av Mojtaba Khamenei (Mynd: Wakil Kohsar/AFP/Ritzau Scanpix)

Syrgjandi iranar í Mashhad, har Ali Khamenei varð jarðaður fríggjadagin, síggjast her saman við mynd av Mojtaba Khamenei (Mynd: Wakil Kohsar/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-11 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei lovar at hevna undanmann sín og pápa sín, Ali Khamenei, sum lat lív undir fyrstu bylgju av amerikonskum og ísraelskum álopum á Iran 28. februar.

Tað sigur hann í skrivligari fráboðan, sum er deild á boðtænastuni Telegram.

Mojtaba Khamenei sigur, at iranska tjóðin vil hava hevnd, og at hevndin fer at koma.

Tað sigur hann í sambandi við fleiri minningarhald, sum hava verið fyri Ali Khamenei í Iran hesa vikuna. Fríggjadagin varð Ali Khamenei jarðaður í heimbýi sínum Mashhad, skrivar Ritzau.

Nýggi iranski leiðarin hevur tó enn ikki víst seg alment, síðan hann varð útnevndur til leiðara 8. mars. Søgur hava verið um, at hann varð særdur í álopinum, sum drap pápa hansara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder