Uttanlands

USA aftur lopið á Iran í nátt

Amerikanski herurin sigur seg hava rakt fleiri enn 300 iransk mál hesa vikuna

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-12 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski herurin upplýsir, at hann aftur í nátt hevur framt álop á Iran.

Grundgevingin fyri álopið í nátt er, at iranska kollveltingarverjan hevði lopið á eitt bingjuskip í Hormuzsundinum.

Talan er um skipið MV "GFS Galaxy", sum er skrásett í Kypros.

Amerikanski herurin segði í nátt, at ein av manningini var saknaður, og at skipið ikki kundi sigla víðari orsakað av einum eldi umborð og umfatandi skaða í maskinrúminum. Manningin fór av skipinum í bjargingarbáti.

Iranska kollveltingarverjan hevði frammanundan boðað frá, at hon hevði skotið ávaringarskot móti einum skipi, sum sigldi eftir einari leið, sum ikki var góðkend av Iran.

Samstundis boðaði iranska kollveltingarverjan frá, at hon hevði stongt sundið, og at tað verður verandi stongt, til USA "steðgar við at leggja uppí".

Iranskir statsmiðlar hava eisini boðað frá álopum fleiri staðni í Iran. Amerikanski herurin boðaði í nátt frá, at hann hevði rakt umleið 140 iransk mál, m.a. rakett- og dronustøðir og vápnagoymslur.

Amerikanski herurin sigur, at hann eftir tríggjar nætir við álopum á Iran hesa vikuna hevur rakt fleiri enn 300 mál.

Kríggjið millum USA og Iran byrjaði 28. februar, tá USA og Ísrael framdu álop á Iran við tí grundgeving, at mann ynskti at forða Iran í at menna kjarnorkuvápn.

Miðskeiðis í juni skrivaðu USA og Iran undir eina rammuavtalu, sum skuldi slóða fyri varandi friði, men síðan hetta hava bæði Iran og USA boðað frá brotum á vápnahvíldina.

Amerikanski forsetin, Donald Trump segði í vikuni, sambært Ritzau, at hann ikki longur helt avtaluna frá juni vera galdandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder