Uttanlands

Iran svarar aftur

Iran sigur seg í morgun hava lopið á fleiri amerikonsk mál í Miðeystri

Í morgun boðar Iran frá, at landið hevur lopið á enn eitt skip í Hormuzsundinum (Mynd: Amirhossein Khorgooei/AFP/Ritzau Scanpix)

Í morgun boðar Iran frá, at landið hevur lopið á enn eitt skip í Hormuzsundinum (Mynd: Amirhossein Khorgooei/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-12 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranska kollveltingarverjan sigur seg í morgun hava lopið á fleiri amerikonsk mál í Miðeystri sum aftursvar fyri amerikonsku álopini á Iran í nátt.

Amerikanskar herstøðir og radarastøðir eru raktar í Jordan, Kuvair, Barein og Katar, og myndugleikarnir í Katar boða frá, at trý fólk eru særd, skrivar Ritzau.

Grundgevingin fyri amerikonsku álopini í nátt var, at Iran hevur lopið á eitt bingjuskip í Hormuzsundinum.

Les eisini: USA aftur lopið á Iran í nátt

Í morgun boðar Iran frá, at landið hevur lopið á enn eitt skip í Hormuzsundinum, sum skal hava brotið reglur um sigling í sundinum.

Eisini er boðað frá hendingum í Sameindu Arabisku Emiratunum og Oman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder