Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur nú boðað Kongressini frá, at stríðsátøkini móti Iran vórðu uppafturtinin 7. juli.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan, ið hevur sæð boðini, ið eru dagfest 10. juli.
- Eg gav boð um uppafturtøkuna í samsvari við ábyrgd mína at verja amerikanarar, tjóðartrygdina og uttanríkispolitisku áhugamálini hjá USA, skrivar Trump í fráboðanini.
Her greiðir forsetin frá fleiri av avgerðunum, ið eru tiknar síðan USA saman við Ísrael leyp á Iran 28. februar.
Trump skrivar millum annað, at hann 7. apríl gav boð um eina tvær vikur langa vápnahvíld, ið síðan varð longd. Hann nevnir eisini, at umsiting hansara hevur gjørt royndir at finna eina diplomatiska loysn á kreppuni.
USA og Iran skrivaðu miðskeiðis í juni undir ein sáttmála við tí endamáli at finna ein enda á kreppuni.
Trump skrivar í fráboðanini, at Iran hevur brotið hesa avtalu við at leypa á handilsskip í Hormuz sundinum. Henda týðandi siglingarleiðin hevur verið afturvendandi stríðspunktið í samráðingunum millum londini.
Tað var álopini á skipaferðsluna, ið fekk Trump til at geva boð um at taka álopini á Iran uppaftur, verður sagt.
Síðani mikunáttina í farnu viku hevur USA fleiri ferðir framt álop á Iran.
Í amerikansku grundlógini stendur, at tað er Kongressin – ikki forsetin – ið hevur heimildina til at lýsa kríggj.
Sambært lógini War Powers Resolution fra 1973, kann ein hernaðarlig atsókn, sum forsetin hevur sett í verk ikki vara meira enn 60 dagar, uttan at vera góðkend av Kongressini.
Grundlógin sigur, at Kongressin skal kunnast 48 tímar innan herðnaðarligar atsóknir uttanlands, og at atsóknir skulu góðkennast innan 60 dagar.
Trump boðaði 1. mai – tá freistin var úti – í einum brævi til leiðararnar í teimum báðum kømrunum í Kongressini, at tað ikki longur var fíggindaskapur millum USA og Iran.
Eini meiriluti í bæði Senatinum og umboðsfólkatinginum, teimum báðum kømrunum í Kongressini, atkvøddi í juni fyri at støðga krígnum móti Iran. Atkvøðurnar vórðu sæddar sum súmbolskar, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald