Í dag er franskur tjóðardagur. 14. juli er dagurin, tá uppreistrarsinnaðir borgarar í Paris í 1789 stormaðu Bastille borgina, í roynd og veru at fáa hendur á vápnum og krúti. Hetta gjørdist byrjanin til fronsku kollvelgingina, sum gjørdi enda á einaræðinum og byrjanin til hugsjónina um frælsi, javnrætt og brøðralag.
Síðan er dagurin hildin sum franskur tjóðardagur. Ein hátíðardagur um alt Frakland.
Í ár kann dagurin kanska fáa týdning fyri franska fótbóltslandsliðið, sum í kvøld spælir HM-hálvfinalu móti Spania.
Tað er eisini altíð Tour de France súkklukapping samstundis sum tjóðardagurer, og altíð verður við spenningi spátt um, hvørt tað í ár fer at henda, at ein franskur súkklari vinnur ein teinin á tjóðardegnum. Tað er bert hent fýra ferðir síðan aldarskiftið - seinast í 2017. Um so verður, so kundi tað verið ungi Paul Seixas, eitt stórt talent innan hesa ítrótt, sum verður spáddur at kunna gerast millum teir størstu.
Eisini í Føroyum verður franski tjóðardagurin hildin. Tað hendir við einum lítlum hátíðarhaldi á franska konsulatinum í Norðragøtu.
Franski konsulin í Føroyum, Hanna Jensen, skrivar soleiðis – á føroyskum og fronskum – í sambandi við tjóðardagin:
Í dag, týsdag 14. juli, er tjóðardagur Fraklands.
Hetta verður hátíðarhildið við eini lættari móttøku í dag, millum kl. 17 og kl. 19, á franska
konsulátinum. Adressa: Tróndargøta 49, í Norðragøtu.
Øll eru vælkomin!
...
Aujourd’hui, le 14 juillet, c’est le jour de la Bastille.
Nous le célébrons avec une réception au consulat aujourd’hui de 17h à 19h. Adresse:
Tróndargøta 49, 512 Norðragøta.
Soyez les bienvenus!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald