Innanlands

Katrin og Jón Helmsdal við familju eru mynstraði við Logos Hope

Parið úr Klaksvík við trimum børnum skal vera umborð til 6. august, tá farið verður í land í Aberdeen. Stutt seinni setur Logos Hope kós móti Føroyum

Helmsdal-familjan: Katrin, Jón og børnini, Fríðrikur, Ingi og Olivia (Mynd: OM Føroyar)

Helmsdal-familjan: Katrin, Jón og børnini, Fríðrikur, Ingi og Olivia (Mynd: OM Føroyar)

2026-07-14 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanligt er, at føroyingar í tíðarskeiðnum eru umborð á Logos Hope og hjálpa við ymiskum.

Soleiðis er eisini í summar, har ein familja úr Klaksvík er farin umborð á skipið.

OM Føroyar skriva á Facebook-síðu sínari, at Katrin og Jón Helmsdal, og børnini, Fríðrikur, Ingi og Olivia eru mynstraði umborð á Logos Hope. 

Tey fóru umborð í Edinburg í Skotlandi í gjár, tann 13. juli, og mynsta í land 6. august í Aberdeen.

Hiðani fer Logos Hope til Írlands, áðrenn tað setur kós ímóti Føroyum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder