Innanlands

Nýggjur sjúkrabilur til Suðuroyar

Samstundis er ein av hinum bilunum sendur norðurum, og er nú partur av sjúkraflutningstænastuni á Lambareiði

(Mynd: sjukrahus.fo)

(Mynd: sjukrahus.fo)

2026-07-16 13:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í vikuni hevur Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil, staðsettur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024 og hevur sostatt verið drúgv, men nú er hann loksins komin á sjúkrahúsið, skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðuni.

Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava nú riggað nýggja sjúkrabilin til, so hann nú er klárur, tá  tørvur verður á honum – og tey lata væl at.

Fyri at tryggja, at brúkið og harvið eisini slitið av sjúkrabilunum í Sjúkrahúsverkinum er javnt, er ein skipan við umbýti av sjúkrabilunum í verkinum. Nú nýggi sjúkrabilurin er komin á Suðuroyar Sjúkrahús, verður ein av hinum sjúkrabilunum sendur norður um, har hann verður partur av Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til Lambareiði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder