Eitt risastórt ísfjall, 5,7 kilometrar annan vegin og 4 kilometrar hin vegin, hevur seinastu tíðina rikið 1.200 kilometrar framvið grønlendsku eysturstrondini. Danska veðurstovan, DMI, roknar við, at ísfjallið skjótt sleppur úr stórísinum og kann reka allan vegin suður um Hvarvið.
Hetta er eitt sokallað taffel-ísfjall. DMI væntar, at hesin ovuerstóri ísklumpurin í komandi viku verður leysur av stórísinum, og fer at reka eftir eini kós móti Tasiilaq. Vindur og streymviðurskifti kunnu føra fjallið allan vegin suður um Hvarvið, men tað kann eisini henda, at tað brotnar í smærri petti, skrivar DMI.
Ísfjallið stavar frá jøklinum, ið kallast Nioghalvfjerds-gletsjeren. Tað hevur í longri tíð rikið saman við stórísinum, og hevur sostatt verið vart móti vindi og aldum. Tá tað verður leyst frá havísinum, gerst tað meira útsett. Tað er tí møguligt, at tað pettast í fleiri og minni ísfjøll á ferðini suðureftir, greiðir Hans Henrik Light á ístænastuni hjá DMI frá.
Talan er um ein flatan ísflaka, ið røkkur millum 10 og 25 metrar yvir sjóvarmálanum. Slík ísfjøll kunnu stinga niður á umleið 200 metrar. Felags fyri hesi sokallaðu taffelísfjøllini er, at tey eru fløt og hava steyrrættar veggir.
Hans Henrik Light, ið er ískortleggjari, hevur hildið eyga við hesum ísfjallinum síðan tað brotnaði av Nioghalvfjerds-jøklinum á vetrinum 2023/24. Til síðsta vetur sat tað fast við Île de France, men tá ísurin har losnaði í vár, byrjaði tað sína fer við stórísinum fram við eysturgrønlendsku strondina.
Stór ísfjøll sum hetta, og eisini minni, kunnu vera til stóran ampa fyri skipaferðsluna í grønlendskum sjógvi. Tí heldur DMI eyga við hvussu hesi ferðast við hjálp av fylgisveinamyndum.
Reikferðaskip, farmaskip og fiskiskip brúka hesi ískort til at leggja sínar ferðir til rættis.
Tað var ikki vanligt við hesum taffel-ísfjøllum undan aldarskiftinum. Tey koma úr hesum 79-fjørðinum, sum fram til ár 2000 var innilæstur av føstum ísi árið runt. (Navnið Nioghalvfjerdsfjordin sipar til, at hann liggur heilt norðuri á 79. breiddarstigi.) Orsaka av alsamt lýggjari veðurlagnum hendir tað nú umleið 2.-4. hvørt ár, at ísur brotnar av jøkultunguni og sleppur at reka til havs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald