Amerikanski forsetin, Donald Trump leggur Kina undir av órøttum at hava skaffað sær atgong til amerikanskar valdátur.
Tað gjørdi hann í røðu fyri tjóðini í nátt okkara tíð. Hann tosaði í 25 minuttir.
Sambært Trump byrjaði hetta undir valstríðnum í 2020. Tá skal Kina av órøttum hava fingið atgongd til 220 milliónir fílir við veljaraupplýsingum.
Talan er, sambært forsetanum, um nøvn, bústaðir og aðrar upplýsingar hjá amerikanarum, sum hava skrásett seg sum veljarar.
Eisini sigur hann, at hann vil almannakunngera upplýsingar, sum hann heldur vísir, at amerikansak valskipanin er "skelkandi viðbrekin", skrivar Ritzau.
Trump hevur fleiri ferðir gjøgnum árini hildið uppá, at valsvik var orsøkin til, at Joe Biden vann forsetavalið í 2020, og undir røðuni í nátt legði hann embætisfólk í amerikonskum fregnartænastum undir at hava fjalt eina kinesiska roynd at ávirka úrslitið av valinum í 2020.
Trump fekk 7. januar 2021 eina meting frá fregnartænastunum um, at eingin fremmandur statur hevði roynt at broyta atvkøðurnar á valinum.
Í november er miðskeiðsval í USA, har umboð m.a. skulu veljast til Kongressina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald