Uttanlands

Trygdarstjóri virkandi verjumálaráðharri í Ukraina

Fyrrverandi verjumálaráðharrin er loystur úr starvi eftir bert eitt hálvt ár

Fólk í Kyiv mótmæla avgerðina hjá Zelenskyj um útskifting av verjumálaráðharra (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

Fólk í Kyiv mótmæla avgerðina hjá Zelenskyj um útskifting av verjumálaráðharra (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-17 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jevhenij Khmara, stjóri fyri ukrainsku trygdartænastuna SBU er settur sum virkandi verjumálaráðharri, eftir at fyrrverandi verjumálaráðharrin, Mykhajlo Fedorov varð koyrdur frá.

Ukrainska tjóðartingið skal tó fyrst góðkenna nýggja verjumálaráðharran, áðrenn hann kann taka við embætinum, skrivar Ritzau.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj skrivar á Telegram, at SBU hevur skarað framúr við at leggja til rættis langtrøkkandi álop á Russland, og er tað ein fyrimunur hjá einum verjumálaráðharra.

Sunnudagin boðaði Zelenskyj frá broytingum í ukrainsku stjórnini, og er eisini forsætisráðharrin skiftur út.

Les eisini: Orkustjóri nýggjur forsætisráðharri í Ukraina

Í gjár fóru fleiri enn 1.000 mótmælisfólk á gøturnar at mótmæla uppsøgnina av fyrrverand verjumálaráðharranum, Mykhajlo Fedorov.

Hann hevði bert sitið í embætinum í eitt hálvt ár og var kendur fyri at royna at broyta ukrainska herin og gera hann meira nútíðarhóskandi.

Sambært Reuters hava verið ósemjur millum Fedorov og ukrainska herovastan Oleksandr Syrskyj. Fedorov hevur eisini takkað nei til at gerast ráðgevi hjá Zelenskyj, eftir at hann varð loystur úr starvinum sum verjumálaráðharri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder