Mentan

Fríggjadagur á G! – Fjøldin vil sleppa at syngja við

Men Mr. Dphrepaulezz alias Fantastic Negrito var altso størsta upplivilsið

(Myndir: Jens Kr. Vang)

(Myndir: Jens Kr. Vang)

2026-07-18 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar eru soleiðis innrættaðir, at teir helst vilja hoyra tónleik teir kenna frammanundan, og sum teir kunnu syngja við til.

Hetta er ein avbjóðing hjá konsert- og festivalfyrireikarum. Tí í veruleikanum er fjøldin als ikki áhugað í at hoyra nýggjan, ókendan og fremmandan tónleik. Hon, fjøldi altso, vil sleppa at hoyra sangir, sum hon dugirduga uttanat frammanundan og hevur hoyrt í eina óendaligheit.

[object Object]

[object Object]

Hetta var staðfest enn einaferð á Gøtusandi í gjárkvøldið. Frændir úr Klaksvík vóru, og eru eftir øllum at døma, teir einastu, sum kunnu fylla Gøtusand og fáa allar gestirnar á G! festivalinum at skríggja við.

Harvið gjørdist Frændur hæddarpunktið á G! festivalinum – higartil í hvussu so er.

Fantastic Negrito

Tað vóru eisini onnur tónleikalig hæddarpunkt á festivalinum í gjárkvøldið. Tað mest óvæntaða jaliga upplivilsi kom frá einum 58 ára gomlum manni úr Kalifornia, sum eitur Xavier Amin Dphrepaulezz – (vit lata navnið standa eina løtu – hava onki boð uppá hvussu tað úttalast). Men á pallinum kallar hann seg Fantastic Negrito.

Hesin “fantastiski lítli nekarin” vísti seg at vera ein orkubumba við einum sera vælspælandi orkestri aftan fyri seg. Eitt bland av amerikanskum blues, folk og rhytm’n’blues, har hann veruliga fekk samband við áhoyraran.

[object Object]

Og sum navn hansara bendir á, so er framførsla hansara eisini ein fagnaður av tónleikinum hjá teimum littu amerikanarunum.

Hæddarpunktið á konsertini hjá Fantastic Negrito var – okkum føroyingum so líkt – einasti sangurin, ið vit kendu frammanundan – aldargamli fólkasangurin “In the Pines” ella “Where did You sleep last Night”, best kendur við Lead Belly, The Louvin Brothers og Nirvana.

Undan Fantastic Negrito upplivdu vit vælsvingandi meksikanskan fólkatónleik á stóra pallinum við Orkesta Mendoza. Frálíkur tónleikur, sum passaði væl inn í huglagið á Gøtusandi henda fríggjadag seinnapart. Tað var sum at vera á endaleysu meksikansku strondunum í Tulum ella Sayulita, tá Orkesta Mendoza legði út við sínum eggjandi tónum.

[object Object]

Fjálgi Jerub

Eitt annað frálíkt upplivilsi í Gøtu í gjár var bretski sangarin av nigerianskum uppruna, Jerub. Ein ungur sangskrivari, ið longu hevur gjørt vart við seg í heimlandinum, hóast tað ikki eru komnar so nógvur útgávur frá honum enn.

Hansara eymligu og kenslubornu sangir vóru fjálgir at hoyra og uppliva. Hann hevði ein frálíkan trummusláara at spæla aftur við hansara egna kassaguittarspæli. Restin av tónleikin lá á einum ‘backtrack’. Og tá tað er soleiðis, so gerst konsertupplivingin ongantíð fullfíggjað.

[object Object]

Silvurdrongur – eitt eindømi

Meira fullfíggjað var konsertin, sum kom á spæliplássinum aftan á Jerub. Nevniliga konsertin við Silvurdreingi, sum vísti seg at vera ein heildaruppliving av teimum óvanligu.

Ósmædni Trygvi er og verður eitt eindømi. Hetta er teatur meira enn tónleikur og vekilsismøti meira enn skjønnsangur. Silvurdrongurin himprast ikki við at klæða seg í og føra seg fram sum ein nýggjur frelsari – og veruleikin er eisini onkrastaðni har, at jú meira tú livir seg inn í orðini og heimin heimin hjá Silvurdrongi, tess meira trýrt tú honum.

Spurningurin er so bara, um tað er gott ella tað er ikki gott. Tann spurningin lata vit hanga í luftini...

Umberingar til Teit, Komforttrauschen, Marius og Tunghoyrt, sum vit ikki hoyrdu. Og so sjálvandi tey, sum upptraðkaðu í Fjósinum – har var ikki innkomandi.

Sí allar myndirnar frá fríggjadegnum her

Í dag er seinasti dagurin á G! á hesum sinni. Sum vanligt, eru tiltøk fyri børn á festivalinum nú tíðliga seinnapartin, og klokkan 16 borðreiðir Páll Gregersen - eisini sum vanligt - við saltfiski á sandinum.

Tónleikaskráin bjóðar á stóra palli upp á: Afenginn (kl. 16), Moyka (kl. 18.20), Tommy Cash (kl. 20.20), Clickhaze (kl. 22.50) og Sakaris (kl. 01.20).

Á spæliplássinum kunnu hesi upplivast: Alterne (kl. 15.05), Ásgeir (kl. 17.30), Marianna Winther (kl. 19.25), Elinborg (kl. 21.50) og Collignon (kl. 00.25)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder