Tað var ein øgiligur gangur frá bretsku hernaðarflogførunum, sum fyri einum tíma síðan ella so flugu yvir oyggjunum.
Talan er um bretsk F-35B flogfør, sum í dag eru í føroyskum loftrúmi í sambandi við eina leiti- og bjargingavenjing.
Venjingin verður gjørd í samstarvi millum Vørn, bretska flogberan, Prince of Wales, og NATO. Flogførini hava støð á bretska flogberanum, HMS Prince of Wales, sum er eystanfyri Føroyar.
Upptøkurnar omanfyri hava vit frá Eron Debes (tikið úr Sørvági) og Sigmar Davidsen (tikið av Argjum).
Les eisini: Bretsk F-35B flogfør í føroyskum loftrúmi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald