Eins og í fjør hevur áhugin at sleppa á G! festivalin aftur í ár verið stór. So stór, at tað er nærum útselt.
Nú eru bert fá atgongumerki eftir til G!, og tí verður sølan við dyrnar steðgað, siga fyriskipararnir. Sagt verður, at um ein ætlar sær at keypa atgongumerki í dag, skal tað gerast á netinum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Ein útseldur G! festivalur er umleið 5000 seld atgongumerki.
Høvuðsnavnið í kvøld er bólkurin Clickhaze, sum kemur saman aftur eftir 23 ár við steðgi.
--
FM1 sendir beinleiðis úr Syðrugøtu klokkan 16-18. Prátað verður við fyriskiparar, festivalgestir og onnur. Petur Asbjørn Lervig er vertur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald