Mentan

Hjálptu fullum festivalgestum á føtur aftur

Nógv fólk á G! festivali í Syðrugøtu

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-19 09:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins G! festivalurin er farin afturum, og nú løgreglan ger upp, kann staðfestast at fólk hava skikkað sær pent.

Heldur ikki í gjár var nakað harðskapsmál. Hinvegin hevur løgreglan havt eitt sindur at gera við fullum festivalgestum, sum máttu hjálpast á føtur aftur.

Fyrradagin vóru onkrar ósemjur millum fólk, men tey vóru beind í hvør sína ætt og so var tann trupulleikin loystur.

G! festivalurin var aftur í ár útseldur. Tað er umleið 5000 seld atgongumerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder