2026-07-19 09:36
Løgreglan hevur um vikuskiftið tikið tveir útlendskar ferðaleiðarar, sum hava arbeitt uttan arbeiðsloyvi í Føroyum.
Í eina førinum er málið avgreitt við bót og útvísing, og tann ferðaleiðarin er longu farin av landinum. Seinna málið bíðar eftir avgerð frá útlendingastýrinum í Danmark.
Ferðaleiðarin sum enn er í Føroyum situr ikki í varðhaldi, meðan bíðað verður eftir avgerðini.
Í báðum førum koma ferðaleiðarar úr londum uttanfyri Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald