Meira enn 400 dronur eru í nátt sendar móti russiska høvuðsstaðnum Moskva. Tað boðar borgarstjórin í russiska høvuðsstaðnum, Sergej Sobjanin, frá í morgum, sambært AFP tíðindastovuni og russisku boðtænastuni Max.
- Frá í gjárkvøldið kl. 20.30 til klokkan 05 í morgun eru meiri enn 400 fíggindaligar dronur sendar móti Moskvaøkinum. Tær flestu vórðu tileinkisgjørdar av loftverjuni langt áðrenn. 85 vórðu oyðilagdar, tá tær nærkaðust Moskva, skrivar borgarstjórin.
Russiska tíðindastovan, Tass, skrivar í dag, at seks fólk eru innløgd við skaðum í býnum Domodedovo orsakað av spreingingunum. Trý teirra eru ikki russiskir ríkisborgarar.
Tað framgongur ikki greitt, um tað er samanhangur millum hesi innløgdu fólkini og dronurnar, skrivar Ritzau.
Ukraina hevur seinastu mánaðirnar skrúvað upp fyri álopunum á Russland og økir, har russar hava valdið, skrivar AFP. Ukraina hevur fleiri ferðir lýst álopini sum hevndargerðir fyri russisk álop á landið.
Álopini í nátt koma, eftir at Russland sunnunáttina, sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, framdi størsta rakettálopið móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
Meira enn 40 rakettir og 120 dronur vóru, sambært forsetanum, skotnar móti Kyiv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald