Hósdagin 23. juli verður skipað fyri friðargongu í Havn. Tað eru Føroyingar fyri Friði, ið bjóða til árliga afturvendandi friðargonguna, sum byrjar klokkan 19 hósdagin.
Byrjað verður uttan fyri løgtingshúsið, haðani gingið verður út í Tinganes, og umvegis amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið.
Johan Dahl, løgtingsformaður, og Rói Reynagarð Patursson, yrkjari, siga nøkur orð. Rani Nolsøe fer at framføra nakrar sangir.
Friðargongan í ár er tann triðja í røðini síðani friðartiltøkini byrjaðu í 2024. Tað er framvegis kríggj í Evropa og aðrastaðni í heiminum, har ósek menniskju – børn, kvinnur og menn, sivil og herfólk – lata lív. Tað tykist tíverri sum um, at kríggini ongan enda taka, skrivar Friðargongan m.a. í innbjóðingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald