- Ælabogavegurin hevur longu skapt nógv kjak, og nógv vilja vera við, at hetta verður gjørt í provokatión. Hetta er als ikki rætt.
Tað skrivar LGBT+ Føroyar nú kjak á netinum hevur tikið seg upp um LGBT-strípurnar, sum eru málaðar við gonguteigin í Steinatúni.
- Vit mála ælabogavegin og halda Pride fyri at heiðra fjølbroytni og vísa á, at í Føroyum kunnu øll liva – óansæð kynsliga sannføring, kynssamleika, átrúnað, húðarlit, brek og annað. Vit ynskja eitt samfelag, sum virðir ymiskleikan og sær styrkina í hesum. Tað er m.a. hetta, ælabogavegurin er eitt tekin um, sigur LGBT+ Føroyar.
(Mynd: Sverri Egholm)
Strípurnar eru málaðar við loyvi frá Tórshavnar kommunu, og borgarstjórin og nakrir býráðslimir vóru eisini við tá málað varð sunnukvøldið. Men Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, hevur alment mótmælt at hetta verður gjørt.
Les eisini: Býráðslimur: Hvør hevur giivð loyvi til hetta?
- Við ælabogavegnum gera vit eisini vart við tey rættindi, sum LGBT+’arar í Føroyum enn ikki hava, m.a. løgfrøðiligt kynsskifti. Í verandi støðu kenna fleiri LGBT+’arar seg noydd at flyta av landinum, tí tað ikki er liviligt í Føroyum. Hetta eigur ikki at henda, og hetta vilja vit broyta, skrivar felagsskapurin.
Faroe Pride skrúðgongan verður mánadagin 27. juli.
Sí eisini: Myndir: Steinatún klætt í ælaboga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald