Innanlands

Ein varandi loysn til ælabogan skal finnast

Litfagru strípurnar í Steinatúni vera verandi í nakrar mánaðir, men ein varandi loysn skal finnast, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Soleiðis sá út í Steinatúni mánakvøld 20. juli. Um eina viku verður Faroe Pride-skrúðgonga, tá gingið verður úr Gundadali og oman á Vaglið - júst gjøgnum Steinatún (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis sá út í Steinatúni mánakvøld 20. juli. Um eina viku verður Faroe Pride-skrúðgonga, tá gingið verður úr Gundadali og oman á Vaglið - júst gjøgnum Steinatún (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-20 21:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani felagsskapurin LGBT+ Føroyar í gjár málaði litfagrar strípur á vegin í Steinatúni í Havn, hevur nógv kjak verið.

Men hetta er ein fyribils loysn, og ein varandi loysn skal finnast, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hon og aðrir býráðslimir vóru sjálvir við sunnukvøldið, tá ælabogin varð málaður.

- Vit vilja gjarna hava eina varandi loysn. Higartil royna vit nakrar staðsetingar. Hetta verður í nakrar mánaðir sum fyribils loysn, men ein varandi loysn er í væntu, og fer at verða tikin upp politiskt, sigur Elsa Berg við útvarpið.

Les eisini: LGBT+ Føroyar: Hetta er ikki fyri at provokera

- Í LGBT+ Føroyum hava tey í fjør og í ár søkt um at fingið eitt vegastrekkið málað í býnum, og tað halda vit er eitt gott hugskot at fáa kommununa at vera litfagra, og at vísa at vit øll hoyra heima her í kommununi, sigur Elsa Berg.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Býráðslimur: Hvør hevur givið loyvi til hetta?

Sí eisini: Myndir: Steinatún klætt í ælaboga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder