USA hevur sett 50 prosent toll á fleiri vørur úr Kanada vegna ‘diskriminerandi framferð’, tá talan er um handil við amerikanskum bilum, mjólkarvørum og rúsdrekka.
Tað skriva Hvítu húsini á heimasíðuni.
Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir tríggjar fyriskipanir, sum seta tollin í verk, sum eitt slag av eyka revsitolli, verður sagt.
- Við hesum tálmar forsetin ta byrðu og ampar, sum hevur rakt amerikanska handilin orsaka av diskriminerandi viðferðini hjá Kanada.
- Hetta tryggjar jøvn kappingarkor fyri týðandi amerikanskan útflutning – bilar, rúsdrekka og mjólkarvørur, verður sagt úr Hvítu húsunum.
Nýggi tollurin verður settur á ‘alt frá víni til íshokkistavar og sement’, verður sagt.
Nakrar vørur sleppa tó undan tolli. Eitt nú orka, pottøska, fiskur og ávísur málmur.
Hinvegin verða fleiri vørur raktar, ið fyrr vóru vardar av fríhandilsavtaluni millum USA, Kanada og Meksiko.
Hvítu húsini vísa á, at Kanada hevur eina tollverjuhugaða skipan viðvíkjandi mjólkarvørum, og at landið eisini hevur toll og kvotur á bilar úr USA, men ikki úr øðrum londum.
Eisini verður sagt, at fleiri kanadiskir landslutir hava støðgað søluni av amerikanskum brennivíni. Hetta var gjørt sum svar upp á fleiri amerikanskar tollsatsir, ið vórðu settir í verk í fjør.
Sambært Hvítu húsunum er kanadiski innflutningurin av amerikanskum akførum minkaður við 22 prosentum seinasta árið, meðan innflutningurin av amerikanskum brennivínið er minkaður við 81 prosentum.
Nýggju tollsatsirnir koma í gildi 19. august.
Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, sigur, at tollsatsirnir eru í beinleiðis stríði við USMCA-fríhandilsavtaluna millum Kanada, USA og Meksiko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald