Kvívíkar kommuna hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við lokala bilafelagið, smápartafelagið JHI, bilar um skúlabarnakoyringina hjá kommununi.
Undanfarni sáttmálin millum Kvívíkar kommunu og JHI Bilar gekk út 30. juni í ár. Samstarvið hevur riggað sera væl, og Kvívíkar kommuna hevur verið sera væl nøgd við tænastuna, sum JHI Bilar hava veitt.
Í vár varð skúlabarnakoyringin boðin út. Trý tilboð komu inn, og lægsta tilboðið var upp á 755.500 krónur um árið. Eftir útboðið valdi Kvívíkar kommuna, at fara í samráðingar við Sp/f JHI Bilar, um ein nýggjan sáttmála.
Sáttmálin varð undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í gjár, har Tóra Isaksen, stjóri vegna JHI Bilar og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri, skrivaðu undir.
Nýggi sáttmálin kemur í gildi 1. august. Sáttmálin er galdandi í fýra ár, frá skúlaársbyrjan í august 2026 til endan av skúlaárinum í juni 2030.
Eftir sáttmálanum hevur Kvívíkar kommuna møguleika at leingja sáttmálan eitt ár í senn, tá upprunaliga sáttmálaskeiðið er lokið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald