Innanlands

Seks nýggjar søgur til børn eru nú klárar

Katrin Joensen hevur leingi savnað smáar søgur til børn og ung, og kristiligu søgurnar eru savnaðir í Ein undursom bjarging

2026-07-21 17:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í eina mansævi hevur Katrin Joensen savnað smáar søgur til børn – søgur, sum gjøgnum árini hava verið brúktar kring landið til upplestur í sunnudagsskúlum, sum góðanáttsøgur og til hugnaligar familjuløtur í sofuni.

Á jólum vórðu tríggjar jólasøgur lagdir út. Nú halda vit fram við seks nýggjum søgum úr bókini Ein undursom bjarging – søgur, sum eru lisnar inn á føroyskum og hava fingið ljóðmynd við tónleiki og ljóðeffektum.

Søgurnar eru stuttar og hugnaligar og bera ein góðan kristiligan boðskap um trúgv, bøn, kærleika, gleði og at geva av hjarta.

Til kanst lurta eftir søgunum í spælaranum á trubodin.fo ella á spotify.

Trúboðin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder