2026-07-22 08:06
Smyril loysti ikki av Krambatanga klokkan 6 í morgun. Orsøkin er brek á kølivatnsskipanini.
Arbeitt hevur verið við hesum síðan klokkkan 5 í morgun, og tað arbeiðið er um at vera liðugt. Nú skal tað roynast av og so koma vit við nýggjum boðum, segði Dánjal Samuelsen, stjóri í Strandferðsluni, við útvarpið fyri løtu síðan.
Nøkur hava fyri neyðini at sleppa norð sum skjótast. Eitt nú tey, sum skulu av landinum. Arbeitt verður við einari loysn, so hesi sleppa avstað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald