- Hetta eru vit ordiliga glað fyri og spent uppá framyvir.
Hetta kundu fleiri starvsfólk hjá KG hotel staðfesta, tá Portalurin í gjár var á rundvísing og royndi ymiskt á nýggjasta gistingarhúsinum í Føroyum.
Tað er á serstøkum staði í Klaksvík, har sjóvarmálin og vágin eru so eyðsýndir viðspælarar - fyri útsjóndina, fyri heildarmyndina og eisini ítøkiliga.
Hetta fer serliga at koma til sín rætt, tá vælveruøkið Alda letur upp. Hetta er eitt av tingunum, sum framvegis er í gerð. Summi ting verða fínpussaði, men nú KG hevur verið opið fyri gestum í tríggjar vikur, koyra tingini veruliga í Klaksvík.
Matstovan Sand er nýbrot fyri býin; við ógvuliga vælsmakkandi og partvíst forkunnugum mati, saman við góðari tænastu.
At sita við kafe-og barr økið er hugnaligt, at koma út frá hvørjum kamari gevur einum sýni upp í, tað sum í gjár var blá luft, og beint niður móti fyrsta sali.
Í sjálvum kømrunum er sniðið snøgt og einfalt: Minnir um og stendur mát við kømur á millum annað fleiri Radisson-gistingarhúsum.
Sjósalurin niðast gevur nógvar møguleikar til tiltøk - við serstøkum útsýni.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á og kring KG mikudagin 21. juli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald