Nógv stríð hevur stungið seg upp um staðseting og mannagongd, í sambandi við ætlaðu nýggju krikjuna á Argjum.
Men nú hevur givið Kirkjuráðnum á Argjum loyvi til at fara undir arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Argjum.
Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu sínari í dag, mikudagin 22. juni.
Harvið kann Kirkjuráðið á Argjum nú veruliga fara í gongd við arbeiðið.
- Nýggja kirkjan fer at skapa betri umstøður fyri gudstænastur, kirkjuligar handlingar og tað fjølbroytta virksemið, sum kirkjan hevur í nærumhvørvinum, skrivar mmr.fo.
![]()
Bárður á Lakjuni varð fyrr í ár innsettur sum landsstýrismaður í mentamálum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald