Innanlands

Aftur koyrandi til og úr Leirvík

Er nú ruddaður og reinsaður fyri sement

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-22 16:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan boðar nú frá, at tað aftur er koyrandi gjøgnum Leirvíkstunnilin.

Heilt nógvir bilar hava bíðað í eina góða løtu nú seinnapartin fyri at koma ígjøgnum.

Tunnilin varð stongdur fyrr í dag, tí ein bilur misti nakað av sementi niður á vegabreytina. Sementdustið gjørdi, at sera ringt sýni var í tunnlinum.

Neyðugt varð tí at steingja tunnilin, so hann kundi spulast reinur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder