2026-07-23 08:30
Fýra útlendingar vórðu í gjár tiknir og skuldsettir fyri at arbeiða ólógliga í Føroyum.
Talan er um fólk, sum arbeiddu í sama bólki. Ein var ferðaleiðari, ein var bilførari, ein bólkaleiðari og ein fotografur. Ongin teirra hevði neyðuga arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og tey fáa nú eina bót, sum er í minsta lagið 10.000 krónur. Hava tey arbeitt í longri tíð í Føroyum, verður bótin størri, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald