Náttúru- og skógareldarnir halda fram við at spjaða seg sunnarlaga í Fraklandi. Í nátt eru yvir 10.000 borgarar fluttir úr heimum teirra í útsynningspartinum av landinum.
Fleiri teirra eru ferðafólk, skrivar Reuters.
Eldarnir hava breitt seg yvir 2.000 hektarar vestan fyri býin Bordeaux. 500 sløkkiliðsfólk eru send út í royndini at basa eldinum.
Eitt stað har eldur herjar er nærhendis Archachon víkini vestan fyri Bordeaux, sum er eittt nógv vitjað ferðamál har nógv vælvitjað kampingpláss eru, skrivar DR.
Í gjár doyðu tvey sløkkiliðsfólk í arbeiðinum við at sløkka ein eldsbruna nærhendis floghavnini í Bordeaux.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald