Innanlands

Ternan byrjað á Kalsoyarleiðini

Økta summarferðslan ger, at Ternan avloysir Sam hetta til fríggjadagin 14. august

(Mynd: ssl.fo)

(Mynd: ssl.fo)

2026-07-24 14:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Orsaka av øktu summarferðsluni millum Klaksvík og Kalsoy, er Ternan farin at røkja siglingina á leiðin. 

Strandferðslan skrivar, at fyribils er ætlanin, at Ternan verður á Kalsoyarleiðini til og við fríggjadagin seinnapart 14. august.

Frá í dag verður eisini eykabussur hjá  Bygdaleiðum settur inn á leið 506, ið koyrir millum Syðradal og Trøllanes. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder