2026-07-25 09:12
Annan dag á rað hevur Rumenia skotið eina dronu niður, sum hevði brotið rumenskt loftrúm.
Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið, sambært Reuters tíðindastovuna.
Dronan var skotin niður av einum F-16 stríðsflogfari yvir einum oydnum øki nærhendis markinum til Ukreina.
Í gjár skeyt rumenska verjan eisini eina dronu niður, og sambært rumenska ákærumyndugleikan, var talan um eina russiska dronu.
Hetta var fyrstu fer, at Rumenia skeyt dronu niður, hóast staðfest hevur verið, at dronur fleiri ferðir hava verið í rumenskum loftrúmi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald