Næstan túsund ferkilometrar av lendi eru brendir orsaka av náttúrueldum í Fraklandi hesa seinastu tíðina.
Hetta er søguligt met, sigur franski innanríkisráðharrin, Laurent Nunez, sambært fronsku AFP tíðindastovuni.
Nágreiniliga 980 fer kilometrar eru brendir. Hetta er meira enn Streymoy, Eysturoy og Vágar tilsamans.
Eldarnir herja í útsynningspartinum av Fraklandi, og hava verið orsøk til at fólk í tíggjutúsundatali eru flutt burtur. Samlaða talið av burturfluttum fólki er í løtuni 167.000, sigur franski innanríkisráðharrin.
-
Fólk, ið eru flutt burtur, eru savnað í móttøkuhøll nærhendis Bordeaux (Mynd: Alain Jocard/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Foto: Romain Perrocheau/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(mynd: Romain Perrocheau/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Frederic Dides/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald