Uttanlands

Túsundtals fólk flýggja undan skógareldi nærhendis Bordeaux

Ein ógvusligur skógareldur í útsynningspartinum av Fraklandi hevur noytt túsundtals fólk at rýma úr heimum sínum

Mett verður, at nærum 6000 fólk húsast undir somu lon, í samband við tilbúgvingina. (Mynd: Manon Cruz/Reuters/Ritzau Scanpix)

Mett verður, at nærum 6000 fólk húsast undir somu lon, í samband við tilbúgvingina. (Mynd: Manon Cruz/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-26 13:14 Author image
Áron Vest
placeholder

Í Bordeaux eru fleiri túsund fólk savnað í einari stórari høll, sum er skipað sum neyðmóttøku. Familjur, og fólk í øllum aldri, bíðað eftir at fáa boð um, nær tey kunnu venda heimaftur.

Eldurin hevur breitt seg skjótt orsakað av turrum gróðri, vindi og høgum hitastigum. Myndugleikarnir hava tí skipað fyri stórum rýmingum í økinum vestan fyri Bordeaux, meðan sløkkilið úr øllum Fraklandi arbeiða við at fáa tamarhald á støðuni.

Fleiri av teimum, sum eru flutt í trygdarlegu, siga støðuna minna um eina vanlukku. Sambært Danmarks Radio, sigur umboðsfólk teirra, at tað minnir um eina farsótt, soleiðis sum reagerað verður.

Í stóru hallunum, sum eru gjørdar um til fyribils bústaðir, búgva túsundtals fólk lið um lið, meðan tey óttast fyri, um heim teirra framvegis standa, tá eldurin er sløktur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder