Innanlands

Náttarlívið kastaði ikki nógv av sær

Frá vakthavandi hjá Føroya Politi frætta vit, at sum heild hevur talan verið um eina friðarliga nátt

Tað vóru fólk, sum høvdu tørv á hjálp frá løgregluni, sum var skjót á staðið. (Mynd: Sverri Egholm)

Tað vóru fólk, sum høvdu tørv á hjálp frá løgregluni, sum var skjót á staðið. (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-26 12:20 Author image
Áron Vest
placeholder

Í nátt vóru nøkur fólk vóru so drukkin, at tey máttu takast upp og koyrast til hús.

Harumframt verður sagt, at løgreglan móttók hendinga klagur um larm. Sum skilst, so vóru hesar loystar, meðan aðrar verða tiknar upp til víðari viðgerð.

Í fleiri hendingum mátti løgreglan leggja seg ímillum fyri at fáa tamarhald á støðum, táið drukkin fólk høvdu lyndi til at øsa seg meir enn gott er.

- Tað kemur meir enn so fyri, at vit mugu leggja okkum ímillum, fyri at loysa fólk upp, sigur vakthavandi.

Einki bendir tó á, at nakar álvarsligur skaði stóðst av hendingunum, vit í morgun frættu frá vakthavandi um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder