2026-07-26 20:36
Tað verður Debes Hammershaimb Christiansen, sum fær heiðurin at seta ólavsøkuna í ár.
Debes Hammershaimb Christiansen starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og er harumframt virkin innan frælsan ítrótt.
Skrúðgongan og setanin er sum vant frá klokkan 14.
Tá ganga hornblásarar, ítróttafólk og býráðslimir úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald