Uttanlands

– Vit vilja verja okkara frælsi

Soleiðis segði týski kanslarin eftir álopið á Pride-tiltakinum í Berlin um vikuskiftið

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz tosar við miðlarnar uttanfyri Marienkirche í Berlin (Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz tosar við miðlarnar uttanfyri Marienkirche í Berlin (Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-27 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit vilja verja okkara frælsi, opinleika, liberala livihátt og okkara samfelag við øllum tí, vit kunnu, og vit fara at gera hetta í felag.

Soleiðis segði týski samveldiskanslarin, Fridrich Merz m.a. uttanfyri Marienkirchen í Berlin í gjár, í sambandi við at skipað varð fyri serligari gudstænastu fyri ofrunum av álopinum í týska høvuðsstaðnum Berlin leygarkvøldið.

– Vit eru fleiri, vit eru sterkari, og vit halda saman í landi okkara, undirstirkaði hann og legði afturat, at slík álop bert høvdu til endamáls at skapa spjaðing í samfelagnum og gera av við týska opinleikanum og frælsinum.

– Hesi viðgongdu hava einki pláss í okkara samfelagi, segði Merz sambært Ritzau.

Týski innlendismálaráðharrin, Alexander Dobrindt segði í gjár, at álopið var at meta sum islamiskur yvirgangur.

Ein kvinna lat lív og 29 onnur vórðu særd, tá ein bilur koyrdi inn í mananmúgvuna, og førarin hareftir leyp á við stunguvápni til eitt Pride-tiltak í týska høvuðsstaðnum.

Av teimum 29 særdu vóru fýra álvarsliga løstað men tó uttanfyri lívsvanda, upplýsti eitt sjúkrahús í Berlin í gjár.

21 ára gamli gerningsmaðurin varð í gjár funnin og dripin.

Les eisini: Pride í Berlin: Hava dripið gerningsmannin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder