Uttanlands

Brasil: Sonur Bolsonaro stillar upp á forsetavalinum í oktober

Flávio Bolsonaro, sum er elsti sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro, verður mettur at vera størsti kappingarneyti hjá sitandi forsetnum, Luiz Inácio Lula da Silva

Flávio Bolsonaro og konan, Fernanda Bolsonaro (Mynd: Nelson Almeida/AFP/Ritzau Scanpix)

Flávio Bolsonaro og konan, Fernanda Bolsonaro (Mynd: Nelson Almeida/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-27 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Elsti sonur fyrrverandi brasilska forsetan, Jair Bolsonaro stillar upp á forsetavalinum í Brasil, sum verður í oktober í ár.

Høgravendi sentatorurin, Flávio Bolsonaro er 45 ára gamal og limur í Liberala Flokkinum. Leygardagin varð hann formliga útnevndur til forsetavalevni hjá flokkinum, skrivar Ritzau.

Flávio Bolsonaro væntast at vera størsti kappingarneyti hjá núverandi vinstravenda forsetanum, 80 ára gamli Luiz Inácio Lula da Silva.

Jair Bolsonaro er 71 ár og var forseti frá 2019 til 2022. Í 2022 tapti hann tó valið móti Lula, sum áður hevði verið forseti frá 2003 til 2011. Jair Bolsonaro hevur útnvent elsta son sín sum sín politiska arving, eftir at hann í fjør fekk 27 ára fongsulsrevsing fyri at hava lagt til rættis eitt kvett móti Lula.

Flávio Bolsonaro sigur, at hann er meira moderatur og róligur enn pápi hansara, men at hann hevur blóðið hjá pápanum. Hann ávarar ímóti, at Brasil kann gerast eitt einaveldi, um Lula verður afturvaldur.

Í seinastu veljarakanningini, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin, stendur Lula til at fáa 48 prosent av atkvøðunum, meðan Bolsonaro stendur til at fáa 43 prosent.

Fyrsta umfar av forsetavalinum verður 4. oktober. Um einki valevi megnar at tryggja sær yvir 50 prosent av atkvøðunum, verður enn eitt valumfar 25. oktober.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder